STOKHOLM.FO
Ordient hevur gjørt nýggju heimasíðuna hjá STOKHOLM. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við fyritøkuna, har dentur hevur verið lagdur á eitt reint og tíðarhóskandi snið, sum samsvarar við samleikan og virðini hjá fyritøkuni.
Heimasíðan er løtt at brúka og skipað soleiðis, at vitjandi lætt finna íblástur og kunning um vørurnar. Dentur er lagdur á góða navigatión og eina behagiliga uppliving – bæði á teldu og fartelefon.
Samstundis er síðan bygd við einum haldgóðum tøkniligum grundarlagi, sum ger hana lætta at dagføra og víðka frameftir. Úrslitið er ein heimasíða, sum sameinir snið og funktionalitet og stuðlar undir dagliga arbeiðið hjá Stokholm.
Leiðarin í STOKHOLM segði hetta um samstarvið: ..”Við Ordient fingu vit ikki bara eina heimasíðu, men eitt sterkt og gjøgnumhugsað amboð til okkara virksemi. Heimasíðan er skjót, greið og bygd við fokusi á brúkaran. Ordient hevur greiða fatan av bæði designi og sølufremjan, og tað sæst týðiliga aftur í endaliga úrslitinum”...
Vit eru fegin um úrslitið og takka Stokholm fyri álitið at lata okkum hesa uppgávu.
