Búmerkir
Vit í Ordient er sera spent upp á at sleppa at kunngera, at vit víðka okkara tænastu og at vit nú eisini gera búmerki. Vit eru tilvitað um týdningin , sum eitt gott búmerki kann hava á heimasíðuna og talgildu marknaðarførðsluna.
Eitt gott búmerki er meira enn bara sjónliga sniðið, tað umboðar virðini og endamálið ella hugskotið við tínum virki. Búmerkið er “anlitið” á tínum brandi, bæði á heimasíðuni, teldupostum, sosialu miðlunum og sum heild. Eitt sermerkt búmerki kann hjálpa tær at skilja teg burturúr fjøldini og harvið skapa eitt betri samband millum teg og kundan.
Búmerki vit hava sniðgivið
Vit í Ordient vilja bjóða ymiskar tænastur til ymisk endamál. Hetta er eisini galdandi, tá ið talan er um búmerki. Vit hava tríggjar ymiskar pakkaloysnir fyri ymsar prísir og endamál, pakkarloysnirnar síggjast omanfyri.
Grund
- 2 serstøk búmerkja uppskot
- 2 rættingar umfør
- Fílur: PNG, JPG, PDF
- Fyrsta frumsnið innan 5 dagar
Miðal
- 4 serstøk búmerkja uppskot
- 4 rættingar umfør
- Fílur: PNG, JPG, SVG, PDF
- Fyrsta frumsnið innan 3 dagar
Premium
- 6 serstøk búmerkja uppskot
- Óavmarkað rættingar umfør
- Fílur: PNG, JPG, SVG, PDF
- Fyrsta frumsnið innan 2 dagar
Um tú hevur áhuga ella vilt vita meira, um vit eru rætti búmerkjaveitarin, send eini boð niðanfyri, ella skriva ein teldupost til samband@ordient.fo, eisini ber til at ringja til okkum á +298 265677.