Skip to content

HONDBOLTSKORT.FO

Ordient hevur ment bæði heimasíðuna og búmerkið til Hondbóltskort – eitt føroyskt hugskot, sum styrkir um felagsskap rundan um hondbóltin.

Endamálið við verkætlanini hevur verið at skapa eina greiða og lættskiljandi visuela samleika, sum endurspeglar gleðina, spenningin og samrøðuna, ið Hondbóltskort vilja skapa. Búmerkið er sniðgivið við denti á at vera lætt at kenna aftur og virka bæði talgilt og prentað, soleiðis at tað kann nýtast á kortum, pakkum, heimasíðu og marknaðartilfari.

Heimasíðan er ment við fokus á brúkaravinaligheit og greiða framløgu av hugskotinum aftanfyri Hondbóltskort. Vit hava lagt dent á at formidla, at kortini eru meira enn bara ein vøra – tey eru ein samskiftismiðil, ið savnar hondbóltsáhugað og skapar spenning kring føroyskan hondbólt.

Úrslitið er ein samlað visuel og digital loysn, sum stuðlar undir endamálið hjá Hondbóltskort at styrkja áhugan fyri føroyskum hondbólti og gera kortini til eina natúrliga og afturvendandi vøru í ítróttinum.

Tú kannst vitja nýggju síðuna her

    Kunnu vit hjálpa tær?