Skip to content

    Vit hava byrjað árið 2024 við at framleiða síðuna Orðarætt.fo. Síðan bleiv framleidd fyri nýstovnaða ív/f Orðarætt, maðurin aftanfyri hugskotið er Hans Jacob Hermansen, hann sigur hetta um endamálið hjá heimasíðuni: “endamálið við hesari spurnakappingini er at stimbra áhugan fyri føroyskum máli, fyri føroyskari mentan, fyri føroyskari siðvenju og kanska at fáa eitt gott og stimbrandi prát um føroyskt yvirhøvur.

    Bygnaðurin á Orðarætt.fo er, at har, fyri hvørja viku, er ein serstøk spurnarkapping við ymiskum spurningum og vinningum, sum gevur øllum vitjandum 52 ymiskar kappingar um árið. Øll úrslitini úr kappingunum verða goymd á einum tryggum datastaði, har drigið verður um vinnarar hvørja viku. Eisini kunnu úrslitini brúkast til at geva okkum eina breiðari fatan av okkara høgtelskaða móðurmálið.

    Spurnakappingarnar er sersniðgivnar við okkara HTML og CSS kotum, sum vit hava samskipað við QSM. Hetta gevur síðuni hjá Ív/f Orðarætt ein framúr møguleika at seta sín dám á, hvussu tað skal ganga fyri seg og síggja út.

    Heimasíðan er fult sjálvvirkandi, ið ger tað sera lætt at halda síðuna, og so til ber at halda fokus á endamálið, ið er at styrkja føroyska málið. Hans Jacob sigur hetta um samstarvið “…Í sambandi við at smíða heimasíðu, vendi eg mær til Ordient. Tað samstarvið gekk væl. Samskiftið var lætt, skjótt og gott, og veitarin var altíð til reiðar at hjálpa, tá ið heitt varð á hann. Kann avgjørt viðmælast…” Vit í Ordient eru sera glaðir fyri at hava ment síðuna og at vit harviðeru sloppin upp í part at stimbra áhugan fyri føroyska málinum.