
Búmerki
Vit sniðgeva búmerki, sum endurspegla samleikan og virðini hjá tínum virki. Okkara arbeiði tekur støði í tínum ynskjum, málbólki og marknaðinum, tú virkar í.
Við einum greiðum og skipaðum arbeiðsgangi menna vit eitt búmerki, sum er lætt at kenna aftur og virkar bæði talgilt og prentað.
Tú fært eitt liðugt búmerki við neyðugum fílum til heimasíður, sosialar miðlar og prent, so tú kanst brúka títt búmerki trygt og samanhangandi í allari samskiftan. Alt hetta fyri ein fastan og greiðan prís á 2.000 kr.
