Skip to content
Búmerki hjá Ordient

Búmerki

Vit sniðgeva búmerki, sum endurspegla samleikan og virðini hjá tínum virki. Okkara arbeiði tekur støði í tínum ynskjum, málbólki og marknaðinum, tú virkar í.

Við einum greiðum og skipaðum arbeiðsgangi menna vit eitt búmerki, sum er lætt at kenna aftur og virkar bæði talgilt og prentað.

Tú fært eitt liðugt búmerki við neyðugum fílum til heimasíður, sosialar miðlar og prent, so tú kanst brúka títt búmerki trygt og samanhangandi í allari samskiftan.

Búmerki til fyritøkur Greitt · sterkt · lætt at kenna

Búmerki vit hava ment

Eitt gott búmerki ger tað lættari hjá kundum at kenna teg aftur og gevur tínum virki eitt greiðari og meira professionelt uttrykk.

Hví er eitt búmerki umráðandi?

Eitt gott búmerki er ofta tað fyrsta, fólk síggja, tá tey hitta títt virki. Tí er tað týdningarmikið, at tað bæði er lætt at kenna aftur og gevur rætta kenslu frá byrjan.

Tillagað tínari fyritøku

Vit skapa búmerki, sum eru tillagað tínari fyritøku, tínum kundum og tínum marknaði. Málið er altíð at gera eina loysn, sum riggar í verki og kann brúkast allastaðni.

Hvat vit gera

Vit arbeiða skipað frá hugskoti til liðuga loysn og tryggja, at tú fært eitt úrslit, sum sæst væl bæði á skíggja, í prenti og í sosialum miðlum.

Klárt at brúka

Tá búmerkið er liðugt, fært tú tilfarið klárt at brúka. Tað merkir minni óvissa, skjótari gongd og eitt samlað visuelt úttrykk, sum lyftir tína fyritøku.

Fastur kostnaður
2.000 kr
Hetta er ein fastur og greiður kostnaður fyri menning av búmerki hjá Ordient, við tillagaðum tilfari til talgilt og prentað brúk.
Hvat er við í prísinum? Tú fært eitt liðugt búmerki, vegleiðing í tilgongdini og fílar, sum kunnu brúkast til heimasíðu, sosialar miðlar og prent. Um tørvur er á eyka tillagingum ella víðkaðari samleikapakka, kann hetta leggjast afturat eftir avtalu.
Búmerki vit hava ment

Fá eitt tilboð

Vit hava ment eina einfalda og greiða loysn, so tú skjótt kanst fáa eitt óbindandi tilboð, lagað til tín tørv – við einari vegleiðandi prísmeting

+298 265677
Kunnu vit hjálpa tær?