Skip to content

    Handballstatz hevur til endmáls at fáa hagtøl úr føroyskum hondbólti fram í ljósið, bæði til almenningin, men ikki minst til hondbóltsáhugaðar føroyingar. Heimasíðan arbeiðir miðvíst fyri, at øll hagtøl, ið vera skrásett, eru álítandi og at tey verða løgd út sum skjótast.

    Handballstatz hevur yvir 1000 ymiskar leikaraprofilar og fevnir yvir 1000 dystir, yvir 50 hagtalslistar og nógv annað. Síðan er gjørd við okkara CSS kotum, sum vit hava sett saman við Sportspress og Neve Pro. Sera nógv arbeiði er lagt í at fóðra heimasíðuna við hagtølum, myndum, upplýsingum um leikarar og øðrum hondbóltsviðurskiftum.

    Vit hava lagt nógv fyri í tráanini at byggja heimasíðuna upp við sjálvvirkandi bygnaði og tillagingum í mun til ynski hjá viðskiftum okkara. Búmerkið á heimasiðuni, sum er okkara egna framleiðsla, er soleiðis tilevnað, at tað er einfalt og so atkomiligt, sum til ber og lætt at tillaga til onnur endamál, sum t.d uppsløg og myndir.

    Málsetningurin við Handballstatz.com er, at hondbóltsáhugað áðrenn 2026 hava eina miðstøð, har øll hagtøl fyri føroyskan hondbolt eru savnað. Síðan fær nógvar vitjanir hvønn dag og vit gera alt vit kunnu fyri, at alt tað tekniska er á hægsta støði, so at brúkararnir fáa eina góða uppliving og finna tað, sum teir leita eftir.