Heimasíður
Vit menna heimasíður til fyritøkur, feløg og einstaklingar. Við støði í tínum endamáli finna vit eina loysn, sum hóskar til tín tørv og ger tað lætt hjá vitjandi at skilja, hvat tú bjóðar.
Vit leggja dent á eitt greitt snið, góða uppbygging og lætta nýtslu á bæði teldu og telefon. Innihaldið verður skipað, so kundar lættliga kunnu finna upplýsingar, síggja tínar tænastur og seta seg í samband við teg.
Vit eru tvey í Ordient, og tú hevur beinleiðis samband við okkum gjøgnum alla verkætlanina. Vit hjálpa við avkláring, sniðgeving, menning og útgeving – frá fyrstu samrøðu til eina lidna heimasíðu.
Hví velja Ordient?
Tú fært eina heimasíðu, sum er lætt at brúka, skjótt at innlesa og bygd til at fáa fyrispurningar.
Vit sniðgeva og skipa síðurnar, so vitjandi lættliga taka næsta stig: skriva, ringja ella biðja um tilboð.
Heimasíðan verður løtt, snøgg og optimal til telefonir – og hon innlesur skjótt.
Tú fært ein greiðan síðustruktur, so tú kanst vísa tænastur, prísir og kontakt á ein natúrligan hátt.
Vit arbeiða skipað við avkláring, sniðgeving og test – so tú veitst hvat hendir, og nær.
Vanligir spurningar
Hvussu skjótt kann ein heimasíða vera liðug?
Vanliga 2–4 vikur, alt eftir innihaldi og tørvi. Tú fært altíð greiða tíðarætlan.
Kann eg sjálvur dagføra tekst og myndir?
Ja. Vit seta tað upp, so tú lættliga kanst broyta innihald (og vit kunnu eisini hjálpa við tí).
Hvat skal eg hava klárt áðrenn vit byrja?
Um tú hevur logo, myndir og nakran tekst er tað fínt. Um ikki, so finna vit eina loysn saman.
Heimasíður frá 8.999 kr. uttan MVG. Fá eina vegleiðandi prísmeting, sum passar til tín tørv.
Soleiðis arbeiða vit við heimasíðum
Ein greiður og tryggur processur – so tú veitst, hvat hendir, nær tað hendir, og hvat tú fært.
Avkláring
Vit finna útav endamáli, málbólki og hvørjum tú vilt røkka. Tú fært greiða ráðgeving beinanvegin.
Struktur & boðskapur
Vit leggja síðuna upp, so hon vegleiðir vitjandi og ger tað lætt at taka næsta stig.
Sniðgeving
Designið verður nýmótans og passandi til títt brand – við fokus á læsiligheit og trúvirði.
Bygging & test
Vit byggja síðuna skjótt og trygt, og testa á mobil og desktop, so alt riggar.
Útgeving & máting
Vit seta síðuna live og kunnu (valfrítt) seta upp tracking, so tú sært hvat virkar.
