Nethandil
Vit byggja nethandlar, sum eru lættar at brúka, lættar at stýra og bygdir við einum greiðum endamáli: at gera tað einfalt hjá kundanum at finna vøruna og keypa hana. Vit eru tvey í Ordient, og tú fært beinleiðis samband við okkum frá byrjan til enda, so samskiftið verður persónligt, greitt og skjótt.
Tá vit gera ein nethandil, leggja vit dent á nógv meira enn bara útsjóndina. Vit arbeiða við einum greiðum kundatúri, skjótari innlesing, lættari navigatión og eini checkout-loysn, sum er einfald og trygg. Tað hevur stóran týdning, tí sjálvt ein flottur nethandil riggar ikki væl, um kundin ikki lættliga finnur runt ella gevst mitt í keypinum.
Vit hjálpa eisini við sjálvari uppbyggingini av handlinum, eitt nú við uppseting av vørum, kategoriir, variantum, myndum, gjaldsloysnum og fraktmøguleikum. Um tú hevur brúk fyri einum lítlum og einfaldum nethandli, ella eini størri loysn við meira framkomnum tørvi, so finna vit eina greiða loysn saman.
Hví velja Ordient?
Tú fært ein nethandil, sum er lættur at brúka, skjótt at innlesa og bygd til at selja.
Vit seta vørur og kategoriir upp á ein greiðan hátt, so kundin finnur tað rætta og fær keypt uttan stríð.
Vit leggja dent á ein lættan kassa og færri stig, so fleiri viðskiftafólk gera keypið liðugt.
Tú fært eina loysn, har tú kann dagføra vørur, prísir og myndir sjálvur – og vit kunnu eisini hjálpa.
Vit seta grunduppseting upp við tryggleika, backup og góðari struktur, so nethandilin er støðugur.
Vanligir spurningar
Kann eg sjálvur leggja vørur út?
Ja. Tú fært eina einfaldan hátt at leggja vørur út, broyta prísir og dagføra myndir.
Kann eg fáa gjaldsloysn og frakt uppsett?
Ja. Vit hjálpa við gjaldi og frakt, og seta tað upp, so tað riggar við tínum tørvi.
Hvussu skjótt kann ein nethandil vera liðugur?
Vanliga 3–6 vikur, alt eftir tali av vørum og hvat skal setast upp.
Soleiðis arbeiða vit við nethandli
Ein greiður og tryggur processur – so tú veitst, hvat hendir, nær tað hendir, og hvat tú fært.
Avkláring
Vit finna útav vørusløgum, málbólki og hvat tú vilt røkka. Tú fært greiða vegleiðing beinanvegin.
Vørur & struktur
Vit seta kategoriir og vørur upp á ein greiðan hátt, so kundin finnur lætt og keypir skjótari.
Sniðgeving
Designið verður nýmótans og passandi til títt brand – við fokus á trúvirði og lætta navigatión.
Gjald & frakt
Vit seta kassan upp og hjálpa við gjaldi og frakt, so alt riggar trygt og smidligt.
Útgeving & máting
Vit seta nethandilin live og kunnu (valfrítt) seta tracking upp, so tú sært hvat selur.