Stýr tínum Nethandli á einum stað!
Vit fegnast um at kunna kunngera eina nýggja og sera snilda loysn til øll, sum reka nethandil: Nú kanst tú dagføra prísir, goymslutøl og vørur – beinleiðis úr einum Google skjali.
Við hesi skipani sleppur tú undan keðiligum og tíðarkrevjandi handaligum arbeiði. Tú fær eina lætta yvirskipan, har tú hevur alt á einum stað – og tað, tú broytir, sæst beinanvegin á tínari vørusíðu.
Sí video niðanfyri, har vit vísa hvussu tað riggar í praksis!