Skip to content

    HYSA.FO

    Ordient hevur ment og sniðgivið nýggju heimasíðuna hjá HYSA.FO – ein fyritøka, ið arbeiðir við umsiting av stuttíðarsleigu. Endamálið við heimasíðuni hevur verið at skapa eina greiða og álítandi heimasíðu, sum ger tað lætt hjá eigarum at skilja tænasturnar og kenna seg tryggar í útleigutilgongdini.

    Hýsa bjóðar heildarloysnir innan stuttíðarsleigu, har tey taka sær av øllum frá prísseting og marknaðarføring til samskifti við gestir, reingerð og viðlíkahald. Heimasíðan er tí skipað soleiðis, at vitjandi skjótt fáa yvirlit yvir útleiguloysnirnar og munin á teimum ymisku møguleikunum, sum Hýsa bjóðar.

    Úrslitið er ein heimasíða, sum stuðlar undir virksemið hjá Hýsa og styrkir nærveruna hjá fyritøkuni á netinum. Vit eru fegin um samstarvið og takka Hýsa fyri álitið at lata okkum hesa uppgávu.

    Kunnu vit hjálpa tær?