Dekk-Keyp.fo
Ordient hevur ment og sniðgivið nýggja nethandilin dekk-keyp.fo – ein nútímans og sera kappingarføran átak innan dekk og felgur. Málið hevur verið at skapa ein skjótan, greiðan og álítandi nethandil, sum ger tað einfalt hjá kundum at finna røttu loysnina til ein sera kappingarføran prís, samstundis sum handilsupplivingin kennist løtt og professionell.
Ein serliga spennandi partur av verkætlanini hevur verið menningin av eini dynamiskari og fjarstýrdari prís- og lagurstýring. Skipanin verður dagførd fleiri ferðir um dagin og tryggjar, at bæði prísir og lagurstøða altíð eru dagførd. Hetta gevur nethandlinum eina sterka kappingarfyrimun og hevur samstundis verið ein sera áhugaverd og mennandi tøknilig uppgáva hjá okkum – har vit hava lagt stóran dent á automatisering, effektivitet og neyvleika.

Úrslitið er ein nethandil, sum sameinar sterka tøkni, gott snið og eina framkomna handilsloysn, ið er klár til framtíðar vøkstur. Vit eru sera fegin um samstarvið og takka fyri álitið at lata okkum hesa spennandi verkætlan.
Stjórin í Dekk-Keyp, Jóhannus McGavin Haldansen segði hetta um samstarvið… “Vit eru sera væl nøgd við okkara nýggja nethandil. Síðan er skjót, greið og løtt hjá kundunum at brúka, og hon gevur okkum eitt nógv betri grundarlag at selja dekk og felgur online. Automatisering á síðuni hevur eisini gjørt arbeiðið nógv smidligari hjá okkum í gerandisdegnum. Samstarvið hevur verið gott allan vegin”….