Búmerki
Vit sniðgeva búmerki, sum endurspegla samleikan og virðini hjá tínum virki. Okkara arbeiði tekur støði í tínum ynskjum, málbólki og marknaðinum, tú virkar í.
Við einum greiðum og skipaðum arbeiðsgangi menna vit eitt búmerki, sum er lætt at kenna aftur og virkar bæði talgilt og prentað.
Tú fært eitt liðugt búmerki við neyðugum fílum til heimasíður, sosialar miðlar og prent, so tú kanst brúka títt búmerki trygt og samanhangandi í allari samskiftan.
Búmerki vit hava ment
Eitt gott búmerki ger tað lættari hjá kundum at kenna teg aftur og gevur tínum virki eitt greiðari og meira professionelt uttrykk.
Eitt gott búmerki er ofta tað fyrsta, fólk síggja, tá tey hitta títt virki. Tí er tað týdningarmikið, at tað bæði er lætt at kenna aftur og gevur rætta kenslu frá byrjan.
Vit skapa búmerki, sum eru tillagað tínari fyritøku, tínum kundum og tínum marknaði. Málið er altíð at gera eina loysn, sum riggar í verki og kann brúkast allastaðni.
Vit arbeiða skipað frá hugskoti til liðuga loysn og tryggja, at tú fært eitt úrslit, sum sæst væl bæði á skíggja, í prenti og í sosialum miðlum.
Tá búmerkið er liðugt, fært tú tilfarið klárt at brúka. Tað merkir minni óvissa, skjótari gongd og eitt samlað visuelt úttrykk, sum lyftir tína fyritøku.