Gjaldsloysnir til nethandlar
Tað hevur ongantíð verið lættari at selja á netinum, men gjaldingin er ofta tað, sum avger um kundin keypir ella fellur frá. Tí leggja vit dent á eina greiða og trygga gjalding, sum kennist løtt í kassanum.
Í Føroyum eru vit tó ofta ikki í líka góðari støðu sum úti í heimi. Føroyskir bankar og føroyskt V-tal verða ikki altíð góðkend av øllum útlendskum veitarum, og tí kann tað krevja eitt sindur meira arbeiði at fáa alt at rigga ordiliga.
Vit eru tvey í Ordient, og tú fært beinleiðis samband við okkum frá byrjan til enda. Vit finna eina loysn, sum riggar í Føroyum — og seta hana upp, so tínir kundar kunnu gjalda skjótt og trygt.
Gjaldsloysnir til nethandlar
Ein góð gjaldsloysn ger, at kundin kann gjalda skjótt og trygt – og at tú missir færri keyp í kassanum.
Tað hevur ongantíð verið lættari at selja á netinum, men gjaldingin er ofta tað, sum avger um kundin keypir ella fellur frá. Tí arbeiða vit við checkout, ferð og tryggleika, so gjaldingin kennist greið og skjót.
Í Føroyum eru vit tó ofta ikki í líka góðari støðu sum úti í heimi. Føroyskir bankar og føroyskt V-tal verða ikki altíð góðkend av øllum útlendskum veitarum, og tí kann uppsetingin krevja eitt sindur meira arbeiði. Tað er júst her, vit í Ordient gera tað lætt: vit finna rætta vegin og seta alt upp fyri teg.
Vit vegleiða teg til rætta valið, seta alt upp og tryggja, at gjaldingin riggar í praksis (mobil + desktop) og kennist greið í kassanum.
Tá loysnin er live, hjálpa vit við dagføringum, broytingum og smáum tillagingum, so tú sleppur undan órógvi í søluni.
Merk: Prosentgjaldið fer til gjaldsveitaran (t.d. kort/Apple Pay/Google Pay o.s.fr.) og ikki til Ordient.