Nýggj heimasíða til Klárt
Vit í Ordient hava ment og útgivið eina nýggja heimasíðu til Klárt, sum veitir reingerð til bæði privat og vinnu.
Endamálið við verkætlanini var at skapa eina greiða og innbjóðandi heimasíðu, har vitjandi lætt kunnu finna kunning um tænasturnar og biðja um eitt tilboð. Dentur hevur verið lagdur á stórar myndir, róligar litir og eina einfalda uppseting, sum endurspeglar tænasturnar hjá Klárt.
Tænasturnar til privat og vinnu hava hvør sína greiðu leið á síðuni. Tað ger tað lætt hjá kundanum at finna kunning um reingerð, sum hóskar til hansara heim ella arbeiðspláss.
Ein týðandi partur av heimasíðuni er oyðublaðið til tilboðsumbønir. Her kann kundin greiða frá sínum tørvi og lata inn viðkomandi upplýsingar, so Klárt hevur eitt gott grundarlag at venda aftur við einum tilboði.
Samstundis hevur tað verið týdningarmikið, at heimasíðan virkar væl á øllum eindum – bæði teldu, tablet og telefon. Vit hava arbeitt við navigatiónini, uppsetingini og leiðini til samband, so kundin lætt kann finna fram og senda ein fyrispurning.
Við hesum hava vit skapt eina heimasíðu, sum gevur Klárt eina greiða talgilda framseting og ger tað einfalt hjá kundum at kanna tænasturnar og seta seg í samband.
