Skip to content
Heimasíður til tín tørv · Nethandlar, ið gera keypið lætt · Búmerki og talgildar loysnir · Fá eitt óbindandi tilboð

Heimasíða og búmerki til Fløvi

Ordient hevur sniðgivið og ment heimasíðu og búmerki til Fløvi, sum bjóðar uttandura loysnir til føroysk heim. Endamálið við verkætlanini var at skapa eina samanhangandi framseting, har kundin lætt fær yvirlit yvir vørurnar og kann seta seg í samband við Fløvi.

Búmerkið og sniðgevingin taka støði í hita og hugna. Heitir brúnir litir og appelsinlittir smálutir ganga aftur á síðuni og knýta sjónliga samleikan at vørunum. Búmerkið er ein partur av hesi heild og gevur Fløvi eitt eyðkent andlit á netinum.

Litirnir verða eisini brúktir til at vísa, hvar kundin kann fara víðari. Knappar til vørur og tilboð skilja seg frá bakgrundini, meðan myndir og stuttir tekstir greiða frá úrvalinum. Soleiðis stuðla sniðgeving og innihald hvørjum øðrum.

Heimasíða og búmerki til Fløvi, sniðgivið av Ordient, víst á teldu og telefon

Vøruvísing og sniðgeving hjá Ordient

Á heimasíðuni kann kundin kanna sauna, hitapottar, grillsmáttur, kaldar pottar og tilhoyr. Úrvalið er býtt í greiðar vørubólkar, so tað er lætt at finna fram til viðkomandi loysnir. Vørumyndirnar fáa gott pláss, og upplýsingar um einstøku vørurnar hjálpa kundanum at kanna møguleikarnar til heim, summarhús og uttanumøki.

Tá ið kundin umhugsar eina sauna ella ein hitapott, hevur hann ofta spurningar, áðrenn hann tekur eina avgerð. Tí er ein greið leið til samband og tilboð ein týðandi partur av síðuni. Vitjandi kunnu kanna úrvalið og síðani venda sær til Fløvi um teirra tørv.

Heimasíðan er lagað til bæði teldu og telefon. Navigatión, vørusíður og knappar eru hugsað saman, so kundin kann finna fram á báðum eindum. Sjónligi samleikin gongur aftur frá forsíðuni til vøruvísingina og savnar heimasíðuna í eina greiða heild.

Hevur tín fyritøka tørv á einari heimasíðu?

Hjá Ordient hjálpa vit fyritøkum við heimasíðum, nethandlum og búmerkjum. Verkætlanin hjá Fløvi er eitt dømi um, hvussu hesir partar kunnu hugsast saman. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og fáa eitt óbindandi prát um tína verkætlan.

Tú kanst vitja nýggju síðuna her

Kunnu vit hjálpa tær?