Skip to content

    Tað hevur aldrin verði størri kapping enn beint nú at vísa seg fram á netinum! Fyrsta stigið til at gera eina heimasíðu er at velja økisnavn ella “domain navn”. At velja rætta økisnavnið er eitt týdnikarmykil avgerð at taka, økisnavnið er tað fyrsta vitjandi leggja til merkis, tá ið tey vitja síðuna og tað hevur stóra ávirkan á tykkara brand og customer engagement. Her eru nøkur ráð frá okkum til tín ið leitar, eftir tí rætta økisnavninum til títt virksemi.

    1. Brand Identity: Sum sagt er økisnavnið tað fyrsta vitjandi síggja á síðuni. Eitt minnisríkt, relevant og lætt skrivandi økisnavn styrkir um títt brand og ger tað lættari hjá kundum og vitjandi at minnast títt virksemið og tína síðu.
    2. Search Engine Optimization: Eitt gott økisnavn kan hava positiva ávirkan á títt SEO (Search Engine Optimization). Leitingartól, sum Google, taka hædd fyri økisnøvn, ið teirra rankingalgoritmun, so eitt relevant økisnavn ger tað lættari hjá fólkið at koma á síðuna.
    3. Trúvirði og álit: Eitt professionelt økisnavn styrkir um álitið og trúvirði ímillum teg og kundan. Tað er meira sannlíkt at vitjandi líta á eitt meira “clean” økisnavn enn eitt økisnavn við óviðkomandi stavum.
    4. Munn til munn marknaðarførsla: Eitt fangandi og einfalt økisnavn ger tína marknaðarførslu munandi lættari. Eitt økisnavn, ið er lætt at siga og stava, ger tað lættari hjá vitjandi á tínari síðu at fortelja øðrum fólkið um síðuna. Eitt einfalt økisnavn er lættari hjá øðrum at fortelja um og minnast.

    Vit gera tað lætt hjá tær!

    Vit í Ordient skilja, at tað velja eitt økisnavn, er ikki lætt og kann geva strongd, tí at tað hevur stóran týdning. Vit hava ein gjøgnumgangandi arbeiðshátt, sum ger tað lættari hjá tær at velja økisnavn, eisini meðan vit arbeiða við onnur viðurskifti í tínari verkætlan.

    1. Vit kanna um økisnavni er tøkt: Áðrenn tú fellur fyri einum økisnavni, tær dámar, kanna vit um økisnavnið er tókt.
    2. Skjót avgreiðsla av økisnavni: Tá ið tú hevur funnið eitt økisnavn, ið passar til títt virksemi og tað er tókt, tryggja vit tað beinanvegin, sjálvt um tað er “.com”, “.dk”, “.net” ella “.fo” osv”.
    3. Broyting av økisnavnið: Um tú vilt broyta økisnavnið, hjálpa vit tær eisini við tí, og tryggja, at broytingin gjørd skjótt og ómakaleyst!

    Vónandi hevur hetta hjálpt tær at velja eitt økisnavn, um tú hevur fleiri fyrispurningar til økisnøvn, er tú vælkomin at senda okkum ein óbindandi fyrispurning her:

    Send ein fyrispurning!

    Send okkum ein óbindandi fyrispurning. Vit venda aftur skjótast gjørligt!

    +298 265677

    samband@ordient.fo