Skip to content

    Djóraheilsa.fo

    Ordient hevur nú bygt upp sín fyrsta nethandil, nevniliga nethandilin hjá Djóraheilsa.fo, ið hevur til endamáls at betra um djóraheilsu í Føroyum, øll vørðan er tí neyvt útvald. Arbeiðið gekk sera skjótt fyri seg, tað gekk bert 1 vika frá tí, at vit byrjaðu at arbeiða uppá heimsíðuna til, at fyrsta vøran varð seld ígjøgnum nethandilin.

    Eisini gekk tað sera væl at læra eigaran at brúka handilsforritið Woocommerce og WordPress, sum síðan brúkar. Øll søla á síðuni er eisini automatiskt bókað saman við bókhaldsskipanini Dinero, sum ger raksturin av síðunu sera ómakaleysan. Síðan er eisini sett upp við automatiskari “shipping”, har forritið roknar útkoyringarprísir, sum eru samsvarandi við prísirnar hjá Posta.

    Gjaldskipanir eru ein stór avbjóðing er, tá ið føroyskir nethandlar skulu gerast, tí at Føroyar eru í nógvum førum ikki góðkendar av teimum “lættari gjaldsmøguleikunum”. Tí er ofta neyðugt við einari meira kreativari loysn. Saman við Djóraheilsu.fo loystu vit hetta við, at handilin varð upprættaður umvegis Pensopay, ið hevur eina sera góða intergratión við bókhaldsskipanina Dinero.

    Djóraheilsa.fo verður hýst ígjøgnum Ordient, har vit samsvarandi eisini hava upprættað nakrar teldupostabústaðir til Djóraheilsu.fo, ið er nakað, sum fæst í boði, tá okkara lýsingarpakki verður valdur. Brandur segði hetta um okkara tænastu: “Ordient gjørdi mína heimasíðu, og tað eri eg øgiliga glaður fyri. Skjót og góð tænasta, og hjálpin er altíð klár. Eg vil viðmæla øllum at nýta Ordient!

    Vit eru sera glaðir fyri samstarvið og ynskja Brandi og Djóraheilsu bestu eydnu frameftir og vóna, at vitjandi og djóraáhugað fáa gagn av síðuni, sum vit hava verið við til at menna.