Skip to content

    Við einari ætlan at leggja virksemi sítt saman, vendi stjórin Janus Jakobsen sær til okkum at spyrja, um vit kundu vera við at menna eina góða loysn. Síðan hava vit arbeitt í eitt longri tíðarskeið og eru vit komin til eitt, eftir okkara tykki, gott úrslit, nevniliga eina sera attraktiva og livandi heimasíðu til nýstovnaðu fyritøkuna VLH.

    Fyri at koma á mál hava vit gjøgnumhugsað nógv viðurskifti og tikið nógv atlit út frá tí, sum toymið hjá VLH ynskti. M.a. at heimasíðan skuldi hava útsjónd og búmerki, sum ímyndar fjøllbroyttu tænastuna, sum VLH bjóðar fram.

    Vit fingu eisini til uppgávu at tilevna eitt búmerkið til VLH. Í hesum arbeiði hava vit greitt havt fyri eyga búmerkið umboða virksemið hjá VLH, sum fevnir um eitt breitt úrval av tænastum. Tað er okkum ein gleði, at leiðslan í VLH er sera nøgd við úrslitið.

    Samanumtikið má sigast, at vit høvdu eitt sera gott samstarv allan vegin við leiðsluna í VLH. Um samstarvið segði Janus: “Eg leitaði leingi eftir einari loysn til nýggja heimasíðu. Eftir eitt stutt prát við Julian, tók eg eina avgerð um at royna Ordient sum veitara. Serliga var tað prísstruktururin sum var tiltalandi. Veitarin dugdi væl at spyrja inn til, og kom síðan sjálvur við nógvum góðum hugskotum. Tað sæst tíðiliga í úrslitinum. Eisini gjørdi Ordient nýggja búðmerki hjá okkum. Vit eru sera nøgdir við nýggju heimasíðuna og tænastuna frá Ordient.”

    Tú kannst vitja nýggju síðuna her