Skip to content

    Gjaldsloysnir til Nethandlar

    Tað hevur aldri verið lættari fáa gjaldsloysnir til sín nethandil enn nú. Tað eru nógvir fyrimunir at hava netgjaldsloysn til søluna og tá ið teknisku trupulleikarnir eru loystir er tað sera ómakaleyst.

    Tó eru vit í Føroyum ikki í so góðari støðu hesum viðvíkjadi. Føroyskir bankar og V-tøl eru ikki góðkend av fleiri av teimum útlendsku veitarunum. Tí krevur tað ofta nakað meira av arbeiði at fáa eina góða gjaldsloysn til føroyskar nethandlar. Og tað er her at vit í Ordient bjóða okkum fram at veita tænastu og seta okkum fyri, at tú fært eina gjaldsloysn, sum virkar væl og tryggjar, at tínir kundar kunnu gjalda á ein einfaldan og tryggan hátt. Tilgongdin er henda:

    1. Greining og Ráðgeving: Vit seta okkum saman við tær fyri at skilja tín tørv og hvønn kundaskarða tú hevur. Síðani koma vit við uppskoti um, hvør gjaldsloysn hvit halda er best egnað til tín nethandil – og sjálvandi við atliti til føroysku viðurskiftini.
    2. Integratión: Vit taka okkum av allari teknisku uppsetingini og integratiónini við tín nethandil, so tú sleppur undan tekniskum trupulleikum og forðingum.
    3. Test og Optimering: Vit testa gjaldsloysnina fyri at tryggja, at alt virkar, sum tað skal, og optimera hana fyri at tryggja, at hon er skjót, trygg og brúkaravinarlig.
    4. Stuðul og Viðlíkahald: Vit bjóða leypandi stuðul og viðlíkahald, so tú altíð kanst vera tryggur við, at tín gjaldsloysn virkar optimalt.

    Send ein fyrispurning!

    Send okkum ein óbindandi fyrispurning. Vit venda aftur skjótast gjørligt!

    +298 265677

    samband@ordient.fo