Skip to content
Heimasíður til tín tørv · Nethandlar, ið gera keypið lætt · Búmerki og talgildar loysnir · Fá eitt óbindandi tilboð

Handballstatz Fantasy – føroyskur hondbóltsfantasy

Ordient hevur ment Handballstatz Fantasy – eitt føroyskt fantasyspæl, sum gevur hondbóltsáhugaðum møguleika at seta sítt egna lið og fylgja kappingini í Burn- og SMS-deildini.

Í Handballstatz Fantasy velur tú leikarar til títt lið og setur byrjunarliðið á vøllin. Tú velur eisini liðskipara og varaliðskipara og kanst arbeiða við hópinum, tá tú vilt laga liðið til komandi dystir.

Leikararnir fáa fantasystig út frá avrikum í hondbóltsdystunum. Tað bindur spælið at føroysku kappingini og gevur brúkarunum ein eyka møguleika at fylgja leikarum og liðum gjøgnum kappingarárið.

Handballstatz Fantasy, ment av Ordient, við stigatalvu og liðuppseting á teldu og telefon

Sniðgeving og menning hjá Ordient

Verkætlanin fevnir um meira enn eina vanliga heimasíðu. Vit hava arbeitt við innriting, liðuppseting, leikaravali, útskiftingum og stigatalvum, so teir ymisku partarnir av spælinum hanga saman.

Sniðgevingin hevur grøna hondbóltsvøllin sum ein týðandi part av liðuppsetingini. Greiðir litir, kort og knappar hjálpa brúkaranum at fáa yvirlit yvir liðið og kappingina. Dentur er lagdur á, at liðuppsetingin er lætt at skilja og brúka, eisini á telefon.

Samspælið millum hagtøl og liðuppseting er kjarnin í upplivingini. Brúkarin tekur avgerðir um sítt lið, meðan avrikini í veruligu dystunum geva grundarlagið undir stigunum. Soleiðis møtast sniðgeving og menning í einum spæli við føroyskum hondbólti í miðdeplinum.

Hjá Ordient arbeiða vit eisini við serloysnum, har tørvur er á øðrum enn vanligum kunningarsíðum. Handballstatz Fantasy er eitt dømi um eina slíka verkætlan. Hevur tú eitt hugskot til eina heimasíðu ella eina talgilda tænastu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og fáa eitt óbindandi prát.

Tú kanst vitja spælið her

Kunnu vit hjálpa tær?