Hýsing á Ordient
Vit í Ordient bjóða eisini hýsing til okkara kundar uttan mun til stødd og slag av heimasíðu! Hetta gera vit umvegis hýsingarveitaran Hostinger ella tann hýsingarveitaran, ið passar tær best. Vit viðmæla tær, sum viðskifta, at lesa frágreiðingina niðanfyri:
Hvat er hýsing?
Hýsing, ella hosting, er tann tænastan, sum ger, at tín heimasíða kann vera online. Tað merkir ítøkiliga, at hýsingin gevur tær eitt pláss á einum servara, sum er knýttur at internetinum, soleiðis at fólk kunnu vitja tína heimasíðu, hvar sum helst og nær sum helst. Hýsing er ein grundleggjandi partur av øllum virksemi á alnótanum. Uttan hýsing hevði internetið ikki virkað, sum tað ger í dag.
Hýsing er sera umráðandi fyri bæði teg og tey vitjandi á síðuni. Her eru nakrar av orsøkunum:
- Atgongd til heimasíðuna: Við góðari hýsing hevur tú altíð atgongd til tína egnu heimasíðu, uttan mun til hvar tú ert! Um har er okkurt á síðuni, sum tú vilt broyta, gera ella kanna, kanst tú við góðari hýsing altíð gera tað!
- Backups og datagoymsla: Goymslan av tínum data er ómetaliga týdningarmikil, tá ið tað snýr seg um heimasíður. Við góðari hýsing kanst tú tryggja, at øll data á tínari síðu regluliga eru goymdd
- Trygd og Dátuvernd: Tað hevur ongantí verið verri enn nú at verja persónsupplýsingar hjá tær og tínum kundum, enn tað er í dag! Góð hýsing tryggjar at tíni data, og persónsupplýsingarnar hjá tínum kundum, ikki enda í hondunum á fremmandum.
- Skjótleiki á síðuni: Hýsingin hevur beinleiðis ávirkan á skjótleikan á tínari heimasíðu. Tað hevur sera stóra ávirkan á upplivingina, sum vitjandi hava á síðuni. Hetta er t.d sera týdningarmikið fyri teg, ið hevur ein nethandil ella aðra tænastu, har bíðitíð kann ávirka um eina vøru verður seld ella ikki.
Hýsing saman við Ordient
Vit bjóða at hýsa tínari heimasíðu á okkara servarum. Vit brúka hýsingarveitarin Hostinger, ið hevur eitt tað besta umdømi í heiminum. Við okkara hýsing fært eitt dagligt backup, um framt dagføring hvørja viku tú skalt ikki nerta ein fingur. Ynskir tú, at vit hýsa tykkara heimasíðu, so ert tú hjartaliga vælkomin at senda ein fyrispurning her: