
Nethandlar
Vit menna nethandlar og e-handilsloysnir, sum eru sniðgivnar til at hjálpa tær at fáa mest møguligt burturúr tíni online handli.
Vit skapa brúkaravinarligar og trygdar plattformar, ið gera tað lætt og trygt hjá kundum at keypa frá tær og tínum virki.
Við smidligum gjaldsloysnum og einum responsivum webdesigni tillaga vit loysnina eftir tínum tørvi, so tú kanst økja um títt sølupotensial. Okkara webloysnir fevna eisini um samanseting við verandi skipanir, so raksturin verður meira effektivur og kundatænastan betri.
Fá eitt tilboð
Vit hava ment eina einfalda og greiða loysn, so tú skjótt kanst fáa eitt óbindandi tilboð, lagað til tín tørv – við einari vegleiðandi prísmeting
Leitingaroptimering (SEO)
Leitingaroptimering (SEO) er avgerandi fyri at økja um sýnligheitina hjá tínum virki á netinum.
Vit bjóða sergjørdar SEO-strategiir, sum hjálpa tær at røkka hægri plaseringum í leitimaskinum og fáa meira organiska ferðslu.
Okkara toymi greinir tína verandi støðu og eyðmerkir møguleikar fyri betringar, herundir lyklaorðsgreining, tøkniliga SEO og innihaldsoptimering. Vit arbeiða miðvíst fyri at tryggja, at títt virki verður sæð av tínum møguligu kundum.
