Gott at vita.
Kunning, ið kann hjálpa tær áðrenn tína næstu vitjan.
Nýggjur hjá PETRI?
Her kanst tú lesa um fyrstu vitjanina og um at skifta tannlækna.
Les meiraBangin fyri tannlækna?
Sig okkum frá, hvussu tú hevur tað. Fyrsta stigið kann vera eitt prát.
Les meiraLesandi ella pensjónistur?
Les um avsláttaravtalur og treytir, áðrenn viðgerðin byrjar.
Les meiraEitt lítið stig.
Í tínum egna tempo.
Er tankin um tannlæknan torførur? Sig okkum frá, tá tú ringir. Tannlæknaótti er nakað, vit kunnu tosa um.
Les um tannlæknaóttaVanligir spurningar.
Tekur PETRI ímóti nýggjum sjúklingum?
Ja. Ring 320 320 ella skriva til móttøkuna fyri at avtala tíð. Les um fyrstu vitjanina.
Hvussu fái eg at vita, hvat viðgerðin kostar?
Spyr um mettan kostnað, tá tú tosar við klinikkina um viðgerðina. Við størri viðgerð kanst tú spyrja um eina viðgerðarætlan.
Hvørjar avsláttaravtalur eru?
PETRI hevur avtalur fyri fulltíðarlesandi og limir í feløgum undir Landsfelag Pensjónista. Les treytirnar her.
Hevur tú tannapínu uttan fyri upplatingartíð?
Á síðuni um bráðfeingis hjálp eru samband og upplýsingar um tannlæknavaktina.
Hvat við kanningum til ung?
Ring til móttøkuna fyri at hoyra, hvørjar skipanir og treytir eru galdandi fyri teg.
Skulu vit finna tær eina tíð?
Ring ella skriva til móttøkuna. Vit hjálpa tær víðari.
