Skip to content

    Stýr tínum Nethandli á einum stað!

    Vit fegnast um at kunna kunngera eina nýggja og sera snilda loysn til øll, sum reka nethandil: Nú kanst tú dagføra prísir, goymslutøl og vørur – beinleiðis úr einum Google skjali.

    Við hesi skipani sleppur tú undan keðiligum og tíðarkrevjandi handaligum arbeiði. Tú fær eina lætta yvirskipan, har tú hevur alt á einum stað – og tað, tú broytir, sæst beinanvegin á tínari vørusíðu.

    Sí video niðanfyri, har vit vísa hvussu tað riggar í praksis!

    Hvat fært tú?

    Sparir tíð, fá yvirlit og slepp undan villum

    Møguleiki at dagføra nógvar vørur í senn

    Dagfør vørur, prísir og goymslutøl úr einum skjali

    Broytingar verða vístar beinleiðis á heimasíðuni

    Set teg í samband við okkum fyri at royna tænastuna!

    Kunnu vit hjálpa tær?