Stýr tínum Nethandli á einum stað!
Vit fegnast um at kunna kunngera eina nýggja og sera snild loysn til øll, sum reka nethandil: Nú kanst tú dagføra prísir, goymslutøl og vørur – beinleiðis úr einum Google skjali.
Við hesi skipan sleppur tú undan keðiligum og tíðarkrevjandi handaligum arbeiði. Tú fær eina lætta yvirskipan, har tú hevur alt á einum stað – og tað, tú broytir, sæst beinanvegin á tínari vørusíðu.
Sí video niðanfyri, har vit vísa hvussu tað riggar í praksis!
Hvat fært tú?
Tænastan er inniborin í Premium Nethandilspakkanum, um tú hevur keypt heimasíðu frá okkum.
Tú kanst fáa hesa loysn sum ein tænastu uttan heimasíðupakka fyri 450 kr/mðr. uttan MVG.