Okkara søga
Síðani vit byrjaðu í 2022, hava vit sniðgivið og ment talgildar loysnir fyri nógvar ymiskar kundar – uttan mun til stødd, slag og endamál. Við nærum hálvari míllion vitjanum á síðum, sum vit hava sniðgivið, hava vit heilt vist eina loysn til tín!
Vit eru altíð til reiðar at lurta og gera okkara til at skilja tín tørv, soat tú kanst gera tínar tankar til veruleika.
Vit hjálpa tær fegin allan vegin, heilt frá hugskotið til enda. Vit óttast heldur ikki at koma við okkara hugsan og at gera niðurstøður út frá okkara fakligu vitan.
Viljin drívir verkið!
Hjá Ordient er tað viljin at skapa, sum drívir okkum.
Vit elska at gera tíni hugskot til ein talgildan veruleika og stremba treytaleyst eftir tí perfekta!
Vit ynskja at skapa tað perfekta til tín við nærlagni og lýtarleysum virkisføri.
Framstig og menning; vit fylgja altíð við í teimun nýggjastu talgildu loysnunum og vilja standa fremst.