Skip to content

Hvussu skal heimasíðan eita?

Tað hevur aldrin verið størri kapping um at vera sjónligur á netinum enn nú.

Fyrsta stigið at gera eina heimasíðu er at velja økisnavn ella “domain-navn”. At velja økisnavn er ein sera týdningarmikil avgerð at taka, tí økisnavnið er tað fyrsta, sum tey vitjandi leggja til merkis, tá ið tey vitja síðuna. Økisnavnið hevur nógv at siga í mun til marknaðarførsluna, sjónligheitina og sambandið við kundan.

At velja økisnavn kann tí vera ein torfør avgerð at taka.
Vit hava viðheft nøkur ráð til tín ið skal velja eitt økisnavn.

Hvat er Hosting/Hýsing?

Hýsing, ella hosting, er tann tænastan, sum ger, at tín heimasíða kann vera online. Tað merkir ítøkiliga, at hýsingin gevur tær eitt pláss á einum servara, sum er knýttur at internetinum, soleiðis at fólk kunnu vitja tína heimasíðu, hvar sum helst og nær sum helst.

Hýsing er ein grundleggjandi partur av øllum virksemi á internetinum, uttan hýsing hevði tað ikki virkað, sum tað ger í dag.

Tað eru nógvir hýsingarveitarar, sum bjóða seg fram, og tí er ikki lætt at velja. Vit bjóða okkum fram at hjálpa í hesum sambandi.

Hvørja gjaldsloysn skal tú brúka?

Hevur tú ein nethandil, er eisini neyðugt við einari gjaldsloysn. Møguleikarnir eru fleiri, og avgerðin kann vera trupul at taka.

Sera nógvir gjaldsmøguleikar eru tøkir á netinum, og at finna júst ta bestu gjaldsloysnina til tín, kann vera treytað av, hvussu nógva sølu tú hevur, hvørja bókhaldskipan tú brúkar og mangt annað.

Í knøttinum niðanfyri er vegleiðing til gjaldsloysnir, sum kann hjálpa tær á leið.

Intergratión til bókhaldskipan

At intergrera ella samansjóða sølu á nethandlinum við eina bókhaldskipan kannn spara bæði tíð og orku.

Niðanfyri kannst tú læra um, hvussu integratiónin ítøkiliga riggar og um hetta er nakað, sum passar til teg og tín nethandil.